|
Sleeping Around Eftir: Hilary Fannin, Stephen Greenhorn, Abi Morgen og Mark Ravenhill |
|
Frumframførsla í Sjónleikarhúsinum leygardagin 13. mars 2004 Modernaður og beinrakin leikur frá 1997, sum lýsir 12 ymisk fólk, 6 ungar kvinnur og 6 ungar menn, í einum hørðum stórbýarumhvørvi. Allir persónarnir verða lýstir frá tveimum heilt ymsum sjónarhornum, og allir realisera seg sjálvan á ein ella annan hátt í leikinum. Leikurin byrjar eitt fríggjakvøld og endar tíðliga mánamorgun. Týtt úr enskum hevur: Leikstjóri: Leikarar: Ljósseting: Ljóðseting: Sleeping Around fyrigongur í einum
stórbýi. Leikgongdin fevnir um eitt summarvikuskifti frá
fríggjakvøldi til tíðliga mánamorgum. Leikurin
er deildur upp í 12 leiksøgur - scenur, sum allar umboða eitt
møti millum tvey menniskju - ein mann og eina kvinnu. Málið við hesi uppseting, er at geva eina ráa og rámandi lýsing av lívstreytunum í eini nútíðar stórbýarjunglu. Persónarnir eru søkjandi. Teir søkja allatíðina okkurt, ið kann geva teimum fast undir fótum - ein samleika - ein kærleika - eitt nakið og ófalsað møti við eitt annað menniskja. Men, sum allar oftast miseydnast eitt sílkt møti - ein larmandi stórbýur liggur jú ímillum tey - og tað annars so vælætlaða møti endar tá við eini kaldari og avskeplaraði seksuellari samveru. Maður møtir kvinnu møtir manni møtir kvinnu .... Hvør leiksøga sær førir ein av persónunum viðari til næstu leiksøgu, og eitt nýtt møti roynist, til vit koma til seinastu leiksøgu har møtiketan endar. Slepping Around er skrivað av fýra rithøvundum, ið hvør sær teljast millum heitastu nøvnini, tá talan er um bretskar sjónleikararithøvundar. Hesir eru Hilary Fannin, Stephen Greenhorn, Abi Morgan og Mark Ravenhill. "In-Yer-Face" - sjónleikur. Tað er gjøgnum ekstreman tekst og ekstremar leikmyndir at In-yer-face-teater fyrst og fremst bjóðar áskoðarunum av og roynir at avdúka okkara eirindaleysu tíðarond - alt fyri ego'i - matrialismuna. Sjangran setur spurningar við okkara tíðarvirði. Hon sjelkar áskoðaran við áhaldandi og bersøgnari útlevering av okkara manglandi evnum at koma í ekta samband við onnur. Sjangran er tó ikki heilt ókend í Føroyum. Ein tann fyrsti kendi leikurin, ið átti ærina at koma undir hesa sjangru er nevnliga "Gøtan." Hesin leikur var eisini settur upp her í sjónleikarahúsinum, og var hetta á vári í 1996 og gjørdist hann til kanska tað størstu leiklistarligu success'ina, sum hevur verið her í húsinum í nýggjari tíð In-Yer-Face-Teater er best, tá tað er somikið ágangandi, at áskoðarin verður noyddur at reagera og takað støðu.
|