Photo by Philippe Carré
Skúlin í Havnar Sjónleikarfelag
Skúlin í Havnar Sjónleikarfelag er virkin síðan 1998. Hann er eitt samstarv millum Sjónleikarfelagið og Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla.
Í ár (2008/2009) eru 4 bólkar og tveir lærarar. Øll skeiðini eru fullteknað. Nýggjar tilmeldingar verða tiknar ímóti heystið ’09 á www.kvoldskulin.fo.
Hedvig Westerlund-Kapnas hevur yngsta bólk, sum hevur venjing hósdagar kl 16.30 í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum. Vit arbeiða við rødd, rørslum, improvisatión, spølum, sagnum og søgum.
Hedvig hevur eisini elsta bólk. Vit hittast mánadagar kl 17 í Snikkarastovu, og arbeiða viðari við Haroun og Søguhavið, sum Salman Rushdie hevur skrivað og Rakel Helmsdal og Hedvig hava týtt. Í venjingunum arbeiða vit sjálvandi víðari við raddarvenjingum, upphiting, improvisatiónum og grundteknikkum, men í ár liggur denturin á, hvussu tú ber fram tekst og ger leik burtur úr bókmentum. Vit rokna við at framføra í mai ´09.
Sóley Danielsen hevur næstyngstu bólk, sum hittast hósdagar kl 18.30 í Snikkarastovu. Vit fáast við spølum og venjingum, læra at gera notat og arbeiða fram móti egnum leiki til várs.
Sóley Danielsen hevur eisini næstelsti bólk, sum hittist fríggjadagar kl. 19. Meðan Klintrimús verður framførdur, eru venjingarnar í Sangstovuni í Sta Frans skúla. Bólkurin arbeiðir gjøgnum venjingar, spøl og improvisatiónir fram móti egnum leiki til várs.
Harumframt eru vit errin av, at næmingar luttaka í Klintrimús og í Jólakalendaranum hjá Kringvarpinum.
Tey elstu í elsta bólk, saman við Heidi og Astrið, sum eru blivnar ov gamlar til okkara skúla, fara í november at luttaka í 9th International Children's Festival for Performing Arts í New Delhi, India. Við kemur eisini orkestrið (hálv)Bendar Spónir.
Tey, sum fara, eru Lilja, Jóhanna, Armgarð, Saga, Ronja, Rannvá, Marjun, Atrið, Heidi, Kriss, Jón, Jóhannes, Per... og so Hedvig, Rúna og Gundur sum leiðarar. Les meira...
