venstre forheng

Undanfarnir leikir


maske

Havgird

Fríggjadagin 30. Apríl 2010 kl. 17.00 og 20.00
Leygardagin 1. Mai kl. 17.00 og 20.00
Sunnudagin 2. Mai kl. 17.00 – Útselt

Kostn. vaksin 125 kr – børn undir 14 ár 60 kr.
Kunning og atgongumerki á tlf. 287084 – og 1 tíma innan sýning við norðaru inngongd í húsinum.

Royndin í Nólsoy


Pietà

Pietà

Sunnukvøldið 7. Mars kl. 19.00
Altjóða Kvinnudegnum 8. Mars kl. 19.00

Birita Mohr spælir leiklutin sum tann tilkomna karrierukvinnan Ria, ið ein morgun vaknar í eini dupultsong á einum hotelkamari við dundrandi timburmonnum. Ein fremmandur yngri maður liggur við hennar lið. Hvør er hann? Hvussu er hann komin upp í hennara song? Ria hevur í langa tíð livað lívið við fullari ferð. Arbeiðslív og privatlív eru við at sindrast. Sjónleikurin varð spældur í juli og august mánaði í fjør á Meiarínum í Havn.

Atgongumerki á 180,- fáast á www.nlh.fo og á Kunningarstovuni í Havn, tlf. 30 2425
Kunning annars á tlf. 50 6690

Meira á Facebook...


Dánjal á Neystabø

Dánjal á Neystabø

Leygarkvøldið 27.februar 2010 kl 21.00

Konsert við Dánjal á Neystabø. Dánjal á Neystabø býr í Danmark og er í Føroyum í samband við, at Ævintýraferðin hjá honum og Búa Dam ferðast kring landið við nýggjum leiki. Leygardagin fer hann at framføra egnan tónleik við bólki sínum.

Nú ber til at keypa atgongumerki til konsertina í forsølu á MESS skrivstovuni, ið er opið frá kl. 13-18 hvønn gerandisdag. Kostnaðurin er 110,-.


Hanus G Johansen

Hanus G Johansen

Nýggj løg til Poul F

Mikudagin 10.februar 2010 kl 20

Hanus fer nú aftur á pallin við nýggjum løgum til yrkingar hjá Poul F. Hetta verður mikukvøldið 10. februar í Sjónleikarahúsinum. Mikael Blak spælir á bass og Magnus Johannesen á tangentar. Einans 150 atgongumerkir verða seld og tí muga fólk, ið ynskja at hoyra Hanus frumframføra nýggj løg, muga tí skunda sær í TUTLhandilin á Káta Horninum.

Flickr.com


Tornarósa

Tornarósa

Í løtuni spælur Havnar Sjónleikarfelag nýggja, forvitnisliga, føroyska uppseting, sum byggir á ævintýrið Tornarósa hjá brøðrunum Grimm. Tað eru tær báðar Elin á Rógvi, leikstjóri og Jóna Thomsen, koreografur, sum í felag skapa ta listaligu myndina. Afturat sær hava tær onnur dugnalig listafólk.

Les meira…


Fiddling Faroes

Forkunnugur føroyskur dansur

Týsdagurin 27.okt. 19.30
Útgávukonsert - Fiddling Faroes
Tað er nú týskvøldið 27.okt, at topp violinspælarnir Poul Bjerager Christiansen og hálvi føroyingurin Rune Tonsgaard Sørensen fara at spæla til konsert í Sjónleikarahúsinum. Eftir konsertina verður føroyskur dansur.

Teir báðir eru í Føroyum fyri at útgeva fløguna “Fiddling Faroes” har teir hava umsett fleiri føroyskar vísur og kvæði til violin.

DKK 75


Colorless Day

Colorless Day

Fríggjadagurin 23.okt. 21.00
Útgávukonsert - Katrina: Colourless Day
upcoming.org kunning.fo katrinasounds.com facebook.com myspace.com


Fanin heldur!

Margt smátt

Les meira…


Peace One Day

Peace One Day

Leygardagin 19.sept 2009: Peace one day


Tórsvøllur

Postkort úr Havn

Havnar Sjónleikarfelag fer saman við Tjóðpalli Føroya at seta upp leikverkið Postkort úr Havn í sambandi við, at Havnin er 100 ár sum fólkavald kommuna.

Les meira...

upcoming.org – past events at Sjónleikarhúsið