Lógin



1.
N
avn felagsins er Havnar Sjónleikarfelag.

2.
E
ndamál felagsins er at framføra sjónleikir og skipa fyri útbúgving av fólki til frama fyri leiklistini á heimligum støði. At savna felagslimirnar til hugnaligar samkomur, veitslur og onnur tiltøk. Ungdómsarbeiði er ein fastur táttur í felagnum.

3.
F
elagið er sjálveigandi stovnur.

4.
L
imur í felagnum kann gerast hvør tann, sum hevur áhuga fyri felagsarbeiðnum og tekur undir við endamálsgreinini og lógum felagsins. Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum eftir tilmæli frá nevndini. Limafundur verður hildin, tá nevndin ella tíggju limir biða um tað, og annars tá tørvur er á.

5.
A
tkvøðurætt hava allir limir, sum hava fylt 16 ár, og hava goldið limagjaldið fyri seinasta árið.

6.
A
ðalfundurin hevur hægsta ræði í øllum felagsmálum. Hann verður hildin hvørt ár í apríl mánaði, og verður lýstur 4 vikur frammanundan í bløðunum ella í skrivi til limirnar. Atkvøðurætt hava allir limir sambært grein 5 í lógini. Limur skal vera fyltur 18 ár fyri at verða valdur í nevnd.

7.
Á aðalfundi verður havt til viðgerðar:

1. Val av fundarstjóra og skrivara
2. Frágreiðing frá nevndini
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
4. Val av limum í stjórn
5. Val av tiltakslimum
6. Val av einum ríkisviðurkendum grannskoðara
7. Innkomin mál
8. Ymiskt

8.
U
ppskot um val av stjórnarlimum skulu vera felagnum í hendi 7 dagar fyri aðalfund. Uppskot til innkomin mál skulu vera nevndini í hendi 7 dagar fyri aðalfund.

9.
S
tjórnin er ein 5-mannanevnd og verða valdir annaðhvørt ár tveir og annaðhvørt tríggir limir, sum fara frá, men kunnu veljast aftur. Tveir tiltakslimir verða valdir fyri eitt ár. Stjórnarliminir velja sínámillum formann og býta annars arbeiðið ímillum sín.

10.
N
evndin hevur ábyrgd av rakstri felagsins, og til at útinna hetta hevur nevndin rætt at seta starvsfólk og arbeiðsnevndir til ávís endamál og skipa fyri reglugerð fyri dagliga virki felagsins.

11.
R
oknskaparárið er kalendaraárið. Roknskapurin skal innan 1. mars verða sendur til grannskoðan. Skal felagið verða bundið av keypum til nýtslu í húsum, ella øðrum útreiðslum, má umbønarseðil, undirskrivaður av stjórnarlimi, nýtast.

12.
L
iminir í felagnum svara ikki fyri peningaskyldur felagsins uttan við ognum tess.

13.
T
il at keypa, selja ella veðseta fastar ognir, krevst undirskift frá øllum stjórnarlimunum og aðalfundarsamtykt. Til gjaldingar í dagligum rakstri krevst bert undirskrift frá formanni ella øðrum nevndarlimi í hansara stað, og felagsins bókhaldara/kassameistara.

14.
Stk. 1. Hesar lógir kunnu ikki broytast uttan á vanligum aðalfundi, sbr. tó stk, 2 í hesi grein. Til tess at broyta lóginar krevst, at lógarbroytingin er sett á dagsskrá, at broytingaruppskot hevur ligið frammi hjá nevndini í 14 dagar, at í minsta lagi helvtin av limunum eru komnir á fund, og at tveir triðingar eru fyri broyting.
Stk. 2. Um ikki nóg mangir limir eru komnir á aðalfundin, kann nevndin innan ein mánaða lýsa til eykaaðalfundar, á frammanundan nevnda hátt og kann tá broytingin verða samtykt, um tveir triðingar av teimum møttu eru fyri.

15.
E
ykaaðalfundur um onnur felagsmál skal haldast, tá ein fjórðingur av felagslimunum krevja tað skrivliga.

16.
F
elagið kann ikki selja Sjónleikarhúsið uttan so er, at tann peningur, sum kemur inn við søluna verður nýttur til bygging av nýggjum, meira tíðarhóskandi húsi til sama endamál. Um felagið minkar so langt niður í limatali, at samtykt verður at slíta felagið, kann húsið verða selt og sølupeningurin saman við møguligari aðrari ogn felagsins nýtast til annað mentunarligt endamál í samráð við Tórshavnar Býráð.

17.
T
il at slíta felagið krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av limunum eru komnir á fund, og at tríggir fjórðingar samtykkja at slíta felagið.


Soleiðis samtykt á aðalfundi í apríl 1998.


Heðin Mortensen, form.
Jákup Olsen
Jytte Joensen
Birita Krossteig
Oddvá Nattestad